Runavík: Onnur útgáva av fiskivinnustevnuni North Atlantic Fish Fair verður í Runavík um mánaðarskiftið apríl-mai komandi ár. Ætlanin er eisini at skipa fyri eini oljustevnu í Runavík um somu tíð. Roynt verður at fáa Joachim, prins, og Alexandru, prinsessu, at luttaka. Eisini verður roynt at fáa ymsar fremmandar fiskimálaráðharrar at koma hendanveg til stevnunarnar.
Hesum greiddi ein av fyrireikarunum, Áki í Skemmuni, frá á samkomu fyri eini sendinevnd av býráðspolitikarum og vinnulívsfólki úr Hirtshals, sum hildin varð í býráðshøllini í Runavík mikudagin.
Aftur komandi ár verður Norrøna liggjandi sum hotelskip í Runavík, meðan stevnan verður hildin. Men hesaferð fer tað at verða tann nýggja Norrøna, sigur Áki í Skemmuni.
Eitt annað tiltak, sum skipað verður fyri í Runavík um somu tíð, sum fiskivinnistevnan verður hildin, verður ein oljuráðstevna, sum nevnd verður North Atlantic Oil Fair.
Av tí, at Runavík er oljuútgerðarhavn okkara, varð hildið, at tað var eitt gott hugskot eisini at hava oljuvinnuna umboðaða á eini stevnu í Runavík.
Stevnurnar verða tó skildar at soleiðis meira ella minni.
Í fjør var fiskivinnuráðstevnan hildin bæði á havnarlagnum og á ítróttarøkinum og á floti.
Komandi ár verður hon bara á havnarlagnum og flótandi, meðan ítróttarøkið verður sett av til oljustevnuna, sigur Áki í Skemmuni.
Fiskivinnustevnan verður komandi ár í trimum tjøldum á havnarlagnum, eins og tvær hallir eisini fara at hýsa stevnuni.
Í fjør varð stevnan hildin í tveimum tjøldum og einari høll á havnarlagnum, umframt at aliparturin var í ítróttarhøllini.
Men komandi ár verður so ein heil framsýning fyri seg í ítróttarhøllini, nevniliga oljustevnan.
Stevnan fer at líkjast teirri seinastu rættiliga nógv, siga fyrireikararnir, og nakað væl av tilmeldingum eru longu komnar.
Í fjør varð undirtøkan góð, sigur Áki í Skemmuni. 212 framsýnarar vóru við, og býtið var soleiðis helvt um helvt føroyingar og útlendingar.
Knapt 7.200 vitjandi vóru á stevnuni. Tey vóru ættað úr 19 ymiskum londum, og av teimum vóru gott hálvtsættahundrað útlendingar.