Olja og erotikkur

Turrur fiskur, voodoo, føroyskar yrkingar, spillolja? Framsýningin hjá Anniku á Lofti hevur eitt sindur av hvørjum. Og so hongur hon júst har, hon skal - beint í larmi, tosi og sigarettroyki, sum eitt øðrvísi boð uppá vanliga gerandissjaggið.
Framsýningin á Café Jinx verður at síggja hendan mánaðin út.

Tá Annika á Lofti í fjør kom ovast á breddan við listaverkinum "Oljan og Vinnan", vóru vit ivaleyst fleiri, ið bíðaðu í spenningi eftir, hvat meir lá og goymdi seg í hesi higartil ókendu listakvinnuni úr Sandavági. Síðani tað, hevur tað verið rættiliga friðaligt rundanum bert 20 ára gomlu listakvinnuna, men nú ger hon aftur um seg. Og vit hava ikki bíða til fánýtis. Framsýningin hjá Anniku á Café Jinx boðar frá einum ósmædnum hugflogi, ið ikki aftrar seg við at rykkja føroysk listarlig "halgimenni" og gand niður aftur á jørðina og inn í eina nýggja, øðrvísi listaverð.
19 listaverk eru við, og tilfarið er oljumáling, akryl, spillolja og turrur fiskur.
Brotpetti av list
Málningurin "Eitt dýpi av dýrari tíð" er ein roynd at endurskapa huglagið í yrkingini hjá Jens Paula Heinesen á lørifti. Hvítu og bláu litirnir geva myndini ein djúpan fjarleika, sum kortini togar í teg. Eisini ítøkiliga, tá orðini "Tá barmur mín spentur av undran ?" úr yrkingini gerast meir og meir ótýðilig, og tú mást nærri og nærri at myndini fyri at lesa tey. Tað er, sum stendur tú ytst á eini egg og riðar millum vandamikla dýpið og trygga fótafestið.
"Mjørki" er eitt spæl við litum og ljósi, kámað av mjørkanum, sum avskeplar hav og aldur, so tað nærum verður eitt eldhav. Við eini neyvari kumpass, sum sendir snórabeinar strikur gjøgnum alla myndina, spælir listakvinnan við ørkymlaðu kensluna hjá áskoðaranum. Og sum eitt provokerandi punktum er fyrsta ørindi í yrkingini hjá Christiani Matras "Sigl oyggj fram úr mjørka ?" skrivað við barnsligari, ovurtýðiligari fagurskrift út yvir myndina.
Týdningurin í hesum báðum myndunum liggur hvørki í mynd ella teksti men í millumtekstliga sambandinum teirra millum og í samskiftinum við áskoðaran. Eitt argandi samskifti, tí tað minnir okkum á, at øll list er úrslit av og tilsiping til aðra list. Eisini yrkingin hjá Christiani Matras, sum hevur brent seg fast í hugaheimin hjá flestu føroyingum sum ein órørilig ikon. Men eisini hon kann nýtast, endurnýtast og misnýtast um tú vilt. Tí hon er bara - ja, eitt brotpetti av aðrari list.
Gandur ella roknistykki?
"Elskandi" er eisini eitt spæl millum tekst og mynd. Reyð/gulu litirnir, mjúku strikurnar og ótýðiliga, nakna parið fáa myndina at osa av glóðheitum erotikki. Gandakenda megin, sum ongin kann verja seg fyri ella stýra, verður lýst við voodoo teknum og afturvendandi kumpassini, sum hesuferð er broytt og ríslað út yvir. Og so, best sum tú veruliga byrjar at kenna hitan úr myndini, varnast tú teir - hesar løgnu og neyvu upplýsingarnir, sum við eitt rykkja teg úr gandheiminum: "During lovemaking, sexual stimuli travel 170 miles per hour - The Human Body has 45 miles of nerves". Kanska er erotikkur bara eitt roknistykki?
Ein nagla í oljurúsin
Síðsta ár spáddi onkur, at Annika á Lofti fór at gerast ársins kjakevni við listaverkinum "Oljan og vinnan". Og eina stund í hvussu er elvdi verkið til kjak. Tí meðan flestu føroyingar dirraðu í spenningi eftir úrslitunum frá oljuboringunum, smurdi Annika nakrar turrar fiskar inn í spillolju, nelgdi teir á eina plátu og ein nagla ígjøgnum okkara oljurús.
Nakrir av oljudálkaðu stertunum rúmast ikki rættiliga innanfyri rammuna, sum ein tilsiping til eitt slag av list, ið røkkur út um listaheimin fyri heldur at vera ein viðmerking til tann veruliga heimin. Tað er kanska at taka nakað rívan til at samanbera "Oljan og vinnan" við aðra hugskots-list sum "Ein og tríggir stólar" hjá Kosuth ella "Gullfiskar í hvirlu" hjá Evaristti, men Modern Art eyðkennini eru týðilig og tankin aftanfyri listaverkini tann sami - týdningurin liggur í hugskotinum.
Speisk viðmerking
Við barrina á Café Jinx liggur ein skrá yvir framsýningina. Slíkar geva, sum kunnugt, ymsar hentar upplýsingar um millum annað tilfar og prís, ella hvat nú fólk fegin vilja vita um listaverkini, tey síggja. Men hendan skráin er øðrvísi - og næstan fornermandi - tí til hvørja mynd fylgir ein neyv og samvitskufull frágreiðing, um myndevni, íblástur, og hvat málningurin skal ímynda.
Hvat nú við øllum mínum ansaligu tulkingum av ímyndum og listarligum rákum? Um tað er tilætlað, veit eg ikki, men okkurt gevur mær varhuga av, at hesar frágreiðingar eru speiskar viðmerkingar til nettupp háfloygdar yvirtulkingar av list.
Listaverkini hjá hjá Anniku á Lofti eru hugtakandi. Og tað er tað eftir øllum at døma eisini onnur, ið halda, tí tey vórðu øll seld eftir fáum døgum. Men tað ber framvegis til at síggja tey á Café Jinx fram til 30. apríl.