Olja likin á vegin

Ein lastbilur hevur likið olju á vegin heilt frá svinginum við Fútaklett í Vágum til Kollfjarðadal. Vegurin er enn sera hálur, og politiið biður bilførarar ansa væl eftir. Landsverk hevur fingið boð um oljuna á vegnum, og teir eru við at rudda upp. Teir hava serligt evni, ið teir spræna á, og sum upploysir oljuna. Løgreglan sigur, at oljan skuldi verið burtur av vegunum innan ein tíma.

Eitt ferðsluóhapp hevur verið orsakað av oljulekanum. Ein bilur rendi á reyvina á bilinum frammanfyri hann, tá hann misti vegfestið og ikki fekk bremsað.

Talan er tó ikki um nakað stórt óhapp, og sagt verður ikki frá nøkrum fólkaskaða.