Myndugleikarnir í USA ásanna nú, at olja lekur úr oljupallinum, sum sakk í Meksikoflógvanum eftir eina harða spreinging fyri nøkrum døgum síðani. Amerikanska sjóverjan heldur, at umleið 1.000 tunnur ella 160.000 litrar av olju renna úr pallinum um dagin.
Tann sokni oljupallurin liggur á botni úti við strondini í statinum Louisiana, og myndugleikarnir har bera ótta fyri, at oljan kann fáa álvarssamar avleiðingar fyri umhvørvið á leiðini.
11 arbeiðsmenn doyðu, tá oljupallurin sakk. 115 vórðu bjargaðir á lívi.