Klokkan átta í morgun fekk SEV fráboðan um, at hegnið við transformatorstøðina við Varðagøtu í Havn varð skatt Tá ið fólk frá SEV fóru at kanna skaðan, vísti tað seg, at ikki bara hegnið var skatt. Hol var komið á ein tanga, og olja lak úr.
Farið varð beinanvegin at tøma tangan, sum ikki hevði verið fullur. Hálvt fjórða tons av ilju vórðu pumpað úr tanganum.
SEV heldur, at í allar allar mesta lagi 200 litrar vórðu farnir úr tanganum.
Í dag hevur SEV tikið oljuna uppaftur og fekk hjálp frá Tórshavnar Sløkkiliði.
Skaðin varð meldaður til politiið, tí alt bendir á, at onkur bilur hevur skrætt hegnið og tikið í transformatorin.