Olja - lýsi

Silda- og fiskaoljan er góð fyri kroppin stóð at lesa ein­a­staðni, og fiskaolja bjarg­ar lívum.

Á einum tíð­ind­­a­portali stendur at lesa, at í eini roynd at styrkja heilsuna eta danir fisk­a­oljukapslar fyri 200 milj­ónir krónur um árið. Og ein almennur stovnur skriv­ar á heimasíðuni, at inn­flutn­ing­ur­in av tilfari til annan ídn­að – har fiskaolja er ein stór­ur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 mill­i­ónum krónum upp í 1,2 mill­i­ard.

Her er rætta orðið “lýsi”, tí tað, ið verður vunnið úr fiski (t.d. sild) ella úr livur ella spiki av dýrum (t.d. hvali) nevnist lýsi – eitt sera vak­urt orð, ið er sprottið av orð­i­num ljós. Orsøkin til tað er, at áður varð hetta evnið nýtt sum ljósevni í kolum (t. e. lýsilampum).

Tískil eru røttu orð­ing­ar­nar: Silda- og fiskalýsi er gott fyri kroppin, og lýsi bjargar lívum. Í eini roynd at styrkja heilsuna eta danir lýsihylki fyri 200 milj­ónir krónur um árið.

Og inn­flutn­ing­ur­in av tilfari til ann­an ídnað – har lýsi er ein stórur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 mill­i­ónum krónum upp í 1,2 mill­iard.

Helst kemur henda á­virk­an úr donskum, t.e. av orð­i­num “fiskeolie”, men í før­­oysk­­um gera vit mun á, ann­­a­ð­­hvørt flótandi fit­i­­evni er vunnið úr fiski og øðrum djórum ella úr berj­­um ella plantum; tað fyrra nevna vit “lýsi” – men tað, ið verð­ur vunnið úr olj­u­berj­um og ymsum øðr­um ávøkst­um, og sum vit eitt nú nýta til matgerð, nevna vit “olja”.