Olivur við Neyst á Tvøroyri

Tíðindaskriv

 

Gallarí Oyggin á Tvøroyri fer nú at hava listaframsýning við Olivur við Neyst, sum fer at sýna fram akvarel, pastel og litografi.

Framsýningin fer at vara í fýra vikur. Framsýningin letur upp fríggjadagin 9. november og heldur fram heilt til tann 9. desember.

Gallarí Oyggin hevur opið hvønn dag, uttan mánadag frá klokkan 15.00 ? 20.00.