Olivur við Neyst í Smiðjuni

Í dag, leygardagin, letur Olivur við Neyst upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn

Framsýningina kallar hann »Norðurflog« ? og sum navnið sigur, so eru myndaevnini norðanífrá í landinum ? serliga úr Kalsoynni og úr Klaksvík.
Á framsýningini eru málningar, vatn- og pastellmyndir og grafikkur
? Eg havi verið nógv í Norðoyggjum og leitað mær inspiratión, sigur Olivur, sum er ættaður úr Klaksvík.
? Eg havi eisini verið nógv á Húsum í ár, har Esmar Olsen, sáli, lænti mær húsini, sigur hann.
Hetta er fyrsta framsýningin hjá Olivuri við Neyst í ár, har hann sýnir fram einsamallur. Hann hevur verið við á fleiri øðrum framsýningum saman við øðrum, eitt nú á Várframsýningini, á Ólavsøkuframsýningini, á framsýning í Asnæs í Norðursælandi í Danmark, eins og hann var í Íslandi fyrr í ár saman við Ankeri Mortensen.
Í dag letur eisini upp framsýning í Listaskálanum, har grafiska verkstaðið vísir fram listarverk, ið eru gjørd har í ár ? og har er Olivur við Neyst eisini umboðaður.
? Hetta er eisini fyrstu ferð, at eg sýni fram her í Smiðjuni í Lítluvík einsamallur. Eg havi ikki verið her síðani í 1997, tá Tórbjørn Olsen og eg sýndu fram saman, sigur Olivur við Neyst.
Honum dámar væl hølini í Smiðjuni, sum liggja væl fyri.
? Fólk detta inn á gólvið, so tað er so hugaligt, sigur Olivur.
Framsýningin er opin leygardag og sunnudag frá kl 14 til 20 og til og við hósdagin 14. november frá klokkan 15 til 19.