Olivur við Neyst í Ribarhúsi

Fríggjadagin kl 16 læt upp listaframsýning við Olivur við Neyst í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði

Á framsýningini verða sýndir fram oljumálningar, akvarellir og grafiskar myndir. Eini 35 verk tilsamans verða sýnd fram.
Framsýningin við Olivuri við Neyst verður opin til 6. august, og verður opið mánadag til fríggjadag kl 15 - 17:30 og leygardag frá kl 11 - 13.