Olivur var ættaður úr Svínoy, sonur Jógvan á Geilini og Elsebeth Malenu (Elsmalenu), sum var ættað úr bóndahúsinum Uppi í Húsi. Millum svínoyingar og mong onnur varð Olivur vanliga róptur Olivur á Geilini.
Teir vóru 4 brøður. Petur (Pedda) var elstur. Hann búði úti í Svínoy alla sína tíð. Næstur var Olivur. Síðani Esbern, sum fekk sær eftirnavnið á Geilini. Eisini hann búði úti í Svínoy. Yngstur er Jukim, sum býr í Havn.
Olivur vaks upp úti í Svínoy og livdi har sítt lív sum aðrir dreingir úti á bygd tá á døgum. Hann gekk í skúla, róði út og var við í arbeiði í bø og haga.
Ungur fór hann til Klaksvíkar at læra at smíða hjá mammubeiggjanum Heina í Svínoy. Eftir kríggið fór hann til Danmarkar á Tekniska skúla í Haslev.
Heimafturkomin arbeiddi hann nógv saman við Heina bæði í Klaksvík, í Havn og aðrastaðni.
Hann fór síðani til Íslands og arbeiddi har eina tíð. Hann var m.a. við til at smíða stólarnar í kirkjuni á Bessastøðum.
Í november 1959 giftist hann við Jóhannu (Lukk-Hannu), dóttir Malvinus í Vátutoft og Daniellu. Tey búsettust í barnaheimi hennara.
Í sjeyti-árunum fór hann at arbeiða hjá byggifelagnum Kanjon. Hetta var tá ein stór fyritøka, sum hevði stórarbeiði víða um í landinum. M.a. bygdu teir nógvar keiir.
Olivur hoyrdi til Brøðrasamkomuna og gjørdi nógv sjálvboðið arbeiði fyri hesa samkomu. Hann arbeiddi bæði á Zarepta í Vatnsoyrum og í barnalegunum í Grønlandi, har hann hjálpti til við at byggja ein pier.
Olivur skaddist illa í 87, tá hann var í Svínoy og bygdi eina høll. Datt niður úr einum stiga. Hann gavst tá at arbeiða lønandi arbeiði.
Lukk-Hanna og Olivur fingu dóttrina Ruth, sum er fødd 16. mars 1961. Hon er gift við Fróða Thomassen úr Svínoy, og tey eiga døturnar Jóhannu, sum er 12 ár, og Jenny, sum er 10 ár.
Olivur var fróðarmaður.










