Olivur er sonur Annu av Steig úr Sandavági og Danjal Olivur Holm av Hólalagi í Hvalba.Tey settu búgv við Bakkhús og fingu 12 børn. Olivuri untist at hava seks beiggjar og fimm systrar.
Olivur fann sær konu úr Nesi. Hann giftist við fastur míni Meinu, sum er dóttur Jacob og Annu Kathrinu Ludvig.Tað er á henda hátt, at eg sum smágenta kom at kenna henda fitta og blíða mannin. Ávísa tíð á árinum kom Olivur út í Nes at velta og at hoyggja. Tað eru hugnarligar løtur at minnast aftur á, tá hann vitjaði inn til okkara til ein døgurðabita ella ein drekkamunn. Olivur hevur altíð dugað sera væl at siga frá og við síni níti ára gomlu lívssøgu, so er tað so ófatuliga nógv, ið hann hevur havt at geva okkum yngru.
Olivur hevur verið sjómaður stóran part av lívinum, eisini hevur hann arbeitt nógv á kolinum. Seinastu nóvgu árini róði hann út við línubátinum Hamranesi. Sigast má um Olivur, at hann hevur verið ein sera raskur arbeiðsmaður, sum altið hevur gjørt sítt arbeiði til lítar - bæði á sjógvi og landi.
Olivur hevur altíð havt stóran áhuga fyri vøkru náttúru okkara. Alskin til Lítla Dímun var honum í blóðið borið. Hann var í síni tíð ein av undangongumonnunum, sum altíð var til dystin fúsur at fara út í oynna. Olivur er takksamur fyri og stóltur av, at unga ættarliðið hevur tikið við, har hann sjálvur slepti.
Nú árini eru komin, býr Olivur í Eldrasambýlinum, og har er hann glaður fyri at vera. Hann er raskur at ganga sær ein túr út í Skálar at vitja konuna Meinu, sum altíð hevur verið honum ein hollur stuðul.
Olivur og Meina eiga tvær døtur, sum búgva í Havn. Tey eiga seks abbabørn og trý langabbabørn. Tey eru øll røsk at vitja suður, og hetta eru familjuløtur, sum Olivur og Meina gleast um.
Góði Olivur, eg og vit øll á Sýnini ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára føðingardegnum. Vit takka fyri hugnarligar løtur, hjálpsemi og blíðskap - tá vitjað verður í Skálum. Má Harrin styrkja teg í tíðini sum kemur og takk fyri alt, sum tú hevur verið fyri okkum.
Súsanna.










