Olivia giftist við Karl Petersen, ið var ættaður úr Fámjin. Tey búsettust í Skopun. Hann var stovnarin av kendu entreprenørfyritøkuni J&K Petersen.
Olivia og Karl fingu fimm børn: Sólvá og Kristian Arnfinn, sum búgva í Skopun, Tórstein og John, sum búgva í Havn, og Sunnevá, sum býr í Skopun. Karl doyði í januar 1990.
Hóast høga aldurin er Olivia er púra klár, hon minnist væl og fylgir væl við. Hon minnist t.d. tá fyrsta trillibøran kom til Sandoynna - tað var eitt stórt framstig tá í tíðini.
Frá tí at Olivia var 12 ára gomul, hevði hon brævasamband við eina danska gentu, Olga Hansen, sum tá var trettan ára gomul. Tær skrivaðu saman í yvir 70 ár, men sóust ongantíð. Olga doyði fyri 10 árum síðan, 86 ára gomul. Men dótturin og maðurin vóru í føðingardegi í Skopun fyri fimm árum síðan, tá Olivia fylti 90.
Olivia eigur 27 ommubørn, 47 langommubørn og tvey oldurommubørn.
Føðingardagurin verður hildin í Samljóð í Skopun millum kl. 17-21.