Modellin, tónleikarin og sjónvarpsverturin, hin kendi Oliver Bjerrehus, og unnustan Gunnvør Dalsgaard, ið er av føroyskeri ætt, eru farin hvør til sítt.
Hetta veit Ekstrablaðið at siga. Oliver sigur við blaðið, at hesaferð er tað endaligt.
Tey bæð hittust fyri eini 10 árum síðani, og hava tey av og á hesi árini verið hvør frá øðrum, tí ikki gekk væl teirra millum.
Saman eiga tey tvær døtur; Sigga og Hanna. Frammanundan hevði Oliver sonin Oscar, ið nú er tannáringur.
Oliver og Gunnvør eru tó ikki á einum máli um orsøkina til, at tey ikki longur halda saman. Hon sigur, at hon ikki góðtekur hansara hugburð til rúsevni, og at slíkt ikki hóskar í familjulívinum, meðan hann sigur orsøkina vera, at unnustan hevur ov stutt fjús, og tí ofta er í ringum lag.Oliver sigur seg ikki sleppa at vera so sum hann veruliga er.
Hesi 10 árini, parið hevur hildið saman, hava tey verið millum tey kendu í Danmark, og eru teirra millum, sum donsku litbløðini fegin skriva um og taka myndir av. Bæði tá gongur við, og tá gongur ímóti.