Oliver Jensen: »Luttøkan var eitt satt bragd«

- Luttøkan hjá U18-kvinnulandsliðinum í European Open var eitt satt bragd, men kvinnurnar skulu heim at arbeiða við kropsligu styrkini, sigur Oliver Jensen.

- Luttøkan hjá U18-kvinnulandsliðinum í European Open var eitt satt bragd, men kvinnurnar skulu heim at arbeiða við kropsligu styrkini,

 

sigur Oliver Jensen, sum hevur staðið fyri venjingini hjá U18-kvinnulandsliðinum. U18-kvinnulandsliðið gjørdist nummar 16 av 18 tjóðum Hóast fyrireikingarnar ikki hava verið eins drúgvar og hjá hinum londunum, er Oliver væl nøgdur við tað, sum kvinnurnar megnaðu. 

 

- Sum heild byrjaði kappingin ótrúliga væl, men sum kappingin leið, vórðu kvinnurnar kroystar kropsliga. Vit høvdu eisini tann mest óroynda hópin í kappingini, skrivar Oliver Jensen á facebook-síðuni »Hondbóltskjak«. 

 

U18-kvinnurnar taptu 14-13 fyri Rumenia, sum gjørdist nummar tvey til EM í fjør. Sìðani leiktu tær javnt móti Íslandi 11-11, taptu greitt fyri Noregi 26-12 og 20-15 móti Eysturríki. Kvinnurnar vunnu loksins sannførandi á Finnlandi. Í miðspælinum taptu Føroyar 30-20 fyri Litava og 29-17 fyri Eysturríki. Hóast Føroyar bert vunnu ein dyst og leiktu ein javnleik, sýndu tær framúr gott spæl í fleiri dystum, sigur Oliver Jensen.

 

Sambært Oliver Jensen skulu føroysku landsliðini og HSF arbeiða við hesum framyvir, um úrslitini til slíkar kappingar skulu betrast: 

1. Framhaldandi veita mennandi venjingar, møguleikar fyri kappingum og nógvum dystum í landsliðshøpi. 

2. Melda landsliðini til HM og EM-kappingar hvørt ár

3. Arbeiða við kropsligari venjing 3-4 ferðir um vikuna alt árið. 

 

Oliver Jensen skrivar at enda, at leikararnir ynskja av øllum alvi at royna seg í líknandi kappingum framyvir.