Brillurnar niðarliga á nøsini, fototól um hálsin og eitt blídligt andlitsbrá.
Soleiðis kenna norðoyingar flestu og nógvir føroyingar Oliver Joensen.
Hann hevur stóran part av lívinum myndað virksemið hjá Norðlýsinum. Í 43 ár átti og rak hann Norðlýsið, var blaðstjóri, skrivaði og tók myndir og var tann, sum fram um onnur myndaði lokalblað norðoyinga. Oliver arbeiðir framvegis á Norðlýsinum, nú serliga við myndatøkum og forvitnisligum reportasjum.
Oliver hevur eisini verið virkin í nógvum øðrum samanhangum. Hann hevur verið við at skipa fyri tiltøkum, hevur latið ítróttinum manga hjálpandi hond, hevur verið við at endurreisa húsið í Skúvoyardali og hevur verið við at skipa fyri Sjómannadegnum.
Oliver er giftur Elsu. Tey eiga fýra børn.