Oliver Bierhoff: ikki ein einføld uppgáva

Fyrrverandi týski stórspælarin, og núverandi hjálparvenjarin hjá tí týska fótbóltslandsliðnum, Oliver Bierhoff orðar seg varliga við týska fótbóltsblaðið "Kicker", nú Týskland er komið í HM-undankappingarbólk saman við Svøríki, Eysturríki, Ìrlandi, Kasakstan og Føroyum.

 

- Hetta er ikki nakar einfaldur bólkur vit eru komnir í. Men vit fegnast sjálvandi um, at vit ikki komu í bólk saman við Fraklandi. Vit eru væl vitandi um, at vit eru favorittar til at vinna bólkin, men vit mugu verða fokuseraðir uppá uppgávuna, sum bíðar okkum, sigur Oliver Bierhoff við Kicker.