Olivant sum tíðindaberi

Føringar ferðast nógv uttanlands. Tað vísa hagtøl. Ì arbeiðsørindum á sjógvi og landi.

 

Jákup Fróði Djurhuus


Føringar ferðast nógv uttanlands. Tað vísa hagtøl. Ì arbeiðsørindum á sjógvi og landi. Ì lestrarørindum, í sjúkraørindum, at vitja familju, vinir og kenningar o.sfr. Summi eru burturstødd í longri tíðarskeið.

Tíðindatænastan Olivant hjá Føroya Tele, átti eftir mínum tykki at vera ein kærkomin møgulleiki hjá hesum stóra skara av fólki at kunna fylgt við tí sum hendir í Føroyum meðan tey eru burturstødd. Tað hevði verið kundatænasta á høgum støði ? eisini fyri fólk herheima, sum hava atgongd til alnótina.

Tað átti at verið møguligt við eini effektivari redaktión, sum endurgav høvuðstíðindi frá bløðum og loftmiðlum, og sum enntá kundi lagt nøkur nýggj føroysk tíðindi aftrat.

Fyri mær sær tað ikki út til at vera nøkur sum helst redaktionell linja á hesi tíðindatænastu í løtuni. Og fari eg skeivur, so vildi eg fegin fingið at vita, hvør í henda linja er.

Tað kann vera mikið spennandi at lesa um hvussu deyðir hávar týggja sær á útlendskum matstovum, og hvussu tað gongst at grøða stórutá á onkrum útlendskum fótbóltsleikara, men tað kundi td staði í Fregnum, har somu høvundar levera í spannavís av tíðindum sum hjávinnu.