Olina Lervig 90 ár

Sunnudagin 4. desember fyllir Olina Lervig, Lina hjá Petur á Regni, úr Leirvík, 90 ár. Hon heldur føðingardagin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík millum kl. 15-18, har høvi verður at heilsa upp á føðingardagsbarnið.

Olina Lervig, f. Eliassen 4. desember 1915, er dóttir Josefinu og Elias Eliassen í
Leirvík. Í barnaárunum búðu tey inni á Toftanesi. Tey vóru 5 systkin, tríggjar systrar
og tveir beiggjar. Av teimum hevur Olina nú bert tað yngru systrina Margrethu sum býr
í Saltnesi. Lina kom sum ung genta til trúgv á Harran og hevur víst hetta í bæði orðið
og lívið.

5. november 1938 giftist Lina við Peturi Lervig, vanliga nevndur Petur á Regni.
Saman fingu tey børnini: Elias, Herfríð, tvíburarnar Káru og Jógvan, og til síðst Jonnu
og Páll. Synirnir eru búsitandi í Leirvík, meðan døturnar búgva í Tórshavn og
Danmark. Síðani eru komin 18 barnabørn, 32 langommubørn og 3 oldurommubørn.

Olina og Petur høvdu eitt langt lív saman, og høvdu tey tað gleði, at halda
teirra gullbrúdleypsdag í 1988. Eftir hetta fekk Petur bert tvey ár afturat, 26. august flutti
Petur heim til sín Harra og Frelsara, sum hann so trúliga tænti og vitnaði um.

Heimið hjá Olinu og Peturi var merkt av teirra gestablídni. Har búðu mangir gestir,
m.a. trúboðarar sum komu at vitja brøðrasamkomuna í Leirvík, tað vóru
bæði føroyingar og útlendingar. Eisini tá Petur kom heim við avbygdamonnum frá
útróðri við »Aldubáruni«, sum hann átti og førdi, har hann ynskti at vísa teimum
gestablídni, kundi hann altíð líta á, at Lina var klár við døgurða, nýbakaðum køkum
og einum deiligum drekkamunni. Hetta megnaði hon sera væl við sínum
stillføra framferðarhátti.

Tá eg kom til Leirvíkar at vitja fyrstu ferð, má eg siga, at eg føldi meg ómetaliga
vælkomnan, og blíðskapurin var stórur. Eg vil á henda hátt takka Linu fyri alt tað hon
hevur verið fyri meg, børn og barnabørn okkara. Lina, sum í dag býr á Eysturoyar Ellis-
og Røktarheimið, hevur enn í dag, tann góða eginleika, at hon altíð er í góðum hýri
og kann fáa øll at flenna.

Eg vil við hesum ynskja vermóður míni hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum
og Harrans ríku signing í framtíðini.

Olav Askildsen