Óla Jákup Kristoffersen greiddi frá í rættinum í gjár, hvussu málið um kvotakeypið fór fram.
Hann greiddi frá, at hann, so vítt hann mintist, bert hevði havt tann eina fundin við Óla Jacobsen, og at Óli ikki fekk tilvitan enn nakar annar.
- Óli Jacobsen virkaði sakligur. Tað var einki ósamsvar millum tað, hann segði á fundinum á mínari skrivstovu, og tað, hann førdi fram í rættinum, segði Óla Jákup Kristoffersen.
Páll Nielsen spurdi hann, hví Óli Jacobsen kom við einari útrokning á rættarfundinum, sum eingin hevði biðið um, men tað mintist Óla Jákup Kristoffersen einki til.
Hann visti heldur ikki, hvussu tað bar til, at hann hevði brúkt somu vendingar, sum Óli Jacobsen hevði brúkt.









