Føroyinga- og systkinabarnsuppgerð var í bestu svensku hondbóltsdeildini í kvøld.
Í Partille tók liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl, Sävehof móti liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby.
Omman í Hoyvík man stórfegnast, tí ommusynirnir, Óli og Rói fingu eitt stig í part.
Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Tá tríggir minuttir vóru eftir var Sävehof á odda 31-29, men tað eydnaðist Hallby at knógva ein javnleik. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við einum máli, 15-14. Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Sävehof frammanfyri við fimm málum, 26-21.
Óli skoraði átta mál og legdi upp til seks mál (assist). Óli var bæði toppskjútti og samstundis mest effektivi leikarin hjá Sävehof. Rói skoraði tvey mál fyri Hallby.
Sävehof er næstfremst í deildini við 26 stigum. Hallby er nummar átta við 22 stigum, so tað er sera javnt millum liðini.
Bert fimm stig skilja nummar tvey og nummar 11, so alt kann henda seinastu fimm umførini í grundspælinum.
Átta tey fremstu liðini vinna seg í endaspælið.