Óli skoraði og legði upp til 13 mál

Sävehof vann stórsigur á útivølli

Óli Mittún og liðfelgarnir í Sävehof spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini móti GuIF.

 

Sävehof vann stórsigur 38-26. Í steðginum var Sävehof á odda 21-9, og tá var dysturin longu avgjørdur. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Sävehof at halda munin á 12 mál.

 

Tað gekk aftur framúr hjá Óla í kvøld. Óli skoraði sjey mál og legði upp til seks mál. Sambært hagtølunum var hann effektivasti leikarin hjá Sävehof í kvøld, umframt at vera toppskjútti hjá liðnum. 

 

Sävehof er fremst í deildini við 38 stigum. Sävehof er sjey stig frammanfyri nummar tvey, Hammarby sum hevur 31 stig.

 

HER  síggjast nøkur mál og upplegg hjá Óla frá dystinum í kvøld.

 

Týsdagin klokkan 17.45 spælir Sävehof dyst í EHF European League móti kroatiska liðnum, Nexe í Partille.