Óli setti persónligt met

Í fyrstu kappingini í Doha – 200 metra frí – svam Óli Mortensen skjótari, enn hann nakrantíð áður hevur gjørt

Tíðliga í morgun var fyrsta kappingin, har føroyingur luttók, í HM í svimjing á stuttgeil, sum hesa vikuna er í Doha í Qatar. Tað var Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, su var við í 200 metra kappingini.

Óli var nummar 60 av 100 svimjarum. Hann var væl nøgdur við avrikið, tí hann svam teinin skjótari, enn hann  nakrantíð áður hevur gjørt. Tíðin í dag var 1:51.65. Bestu tíðina undan hesi kappingini megnaði Óli í FM kappingini fyrr í ár. Tá var tíðin 1:52.92. Harvið svam Óli í morgun 200 metra teinin meiri enn eitt sekund skjótari, enn hann áður hevur gjørt.

-Eg eri væl nøgdur við tíðina og avrikið. Ofta plagi eg at leggja eitt sindur varðliga fyri. Í morgin legði eg meiri í beinanvegin, og tað merktist fram ímóti endanum á kappingini, sigur Óli Mortensen í samrøðu við svimjing.com.

Í morgin skal Óli Mortensen aftur í eldin. Tá eru 400 metra frísvimjing hjá monnum á skránni. Eisini Cecilia Wigant Eysturdal skal royna seg í morgin, tá kvinnurnar fara at kappast í 800 metra frísvimjing.

Pál Joensen fer at kappast fríggjadagin.

Mynd: svimjing.com