Óli og Rói millum 10 teir mest spennandi leikarararnar

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, Handbollskanalen heldur, at tveir føroyingar eru millum 10 teir mest spennandi leikararnar komandi kappingarárið

Fáur miðil fylgir betur við svenskum hondbólti enn Handbollskanalen.

 

Nú hondbóltsáhugaðir svenskarar telja niður til, at kappingin í bestu hondbóltsdeildini byrjar hevur Handbollskanalen eina grein tey nevna: "Lista: Handbollsligan herrs 10 mest spännande spelare", also 10 teir mest spennandi leikararnir í bestu svensku deildini hjá monnum komandi kappingarárið.

 

Tveir føroyingar, systkinabørnini, Óli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu er at finna á listanum. Óli sum nummar eitt og Rói sum nummar seks.

 

Um Óla skrivar Handbollskanalen: - Undan kappingarárinum í fjør høvdu vit hann sum nummar 10 á hesum listanum. Orsøkin til tað var, at hvørki eg ella nakar annar hevði roknað við, at hesin 17 ára gamli unglingin fór at fáa so nógva spælitíð í bestu deildini. Men tá fleiri av leikarunum hjá Sävehof vóru uttanfyri við skaða tók Mittún ábyrgd, domineraði, og var í longum løtum bestu leikarin í meistaraskapsfinalunum móti IFK Kristianstad. Hetta kappingarárið verður hann væntandi fyrstaval hjá Sävehof, og eg eri vísur í, at hann kemur at vaksa við álitinum. 

 

Um Róa skrivar Handbollskanalen.: - Eftirnavnið forpliktar. Eg trúgvi ikki, at vit skulu forvænta okkum ein líka framúr leikara sum stórabeiggjan, Elias ella systkinabarnið, Óla. Men Rói er eftir tí vit hava frætt eisini eitt slag av undirbarni. Tað verður spennandi at síggja hvat hann fer at finna uppá í Hallby við einum so klókum og offensivum venjara sum Anders Hallberg.

 

##med2##

 

Nummar fimm á listanum er fremsti grønlendski leikarin, 38 ára gamli, Minik Dahl Hoegh sum spælir við AMO, ið fluttu upp í bestu deildina við at vinna næstbestu deildina í fjør. 

 

##med3##