Føroyingar eiga minst 31 prosent av donsku makrelkvotuni í Norðsjónum, Skagerak og Kattegat og minst 15 prosent av donsku sildakvotuni í Norðsjónum.
Tað vísir eitt yvirlit, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur fingið frá donsku umhvørvis- og matvøruráðfrúnni Eva Kjer Hansen.
Sjúrður Skaale bað donsku ráðfrúnna um eitt yvirlit yvir, hvørjir 10 teir størstu eigararnir av danskari makrel- og sildakvotu eru, og hvussu nógv hesir áttu av samlaðu kvotuni.
Á yvirlitinum sæst, at fleiri føroyingar eru millum 10 teir størstu eigararnar av danskari makrel- og sildakvotu.
Fimm føroyingar eru á listanum yvir 10 teir størstu eigararnar av makrelkvotu, og eiga teir 31,7 prosent av kvotuni tilsamans, ella ein lítlan triðing. Teir eru Óli Nattestad og Gullak Madsen, sum eiga hvør síni 9,62 prosent, Fríðálvur Tindskarð, sum eigur 4,4 prosent og Fríði og Rói Magnussen, sum eiga hvør síni 4,04 prosent.
Á listanum yvir sildakvotur eru tríggir føroyingar. Teir eru Óli Nattestad og Gullak Madsen, sum eiga 5,85 prosent hvør og Fríðálvur Tindskarð, sum eigur 3,54 prosent. Teir tríggir eiga altso 15,2 prosent tilsamans.
Óli Nattestad og Gullak Madsen eiga, saman við Mikkjali Godtfred, skipið Ruth.
Fríðálvur Virgarsson Tindskarð eigur skipið Beinur saman við Virgar Tindskarð, Rúna Virgarsson Tindskarð, Elin Virgarsdóttir Tindskarð og Gunnari Nolsø.
Fríði og Rói Magnussen eiga skipið Asbjørn. Teir eru eisini við í reiðarínum South Pelagic í Vági, sum hevur havt Asbjørn Senior og Grunnabarð í flotanum.
Størstu kvoturnar, bæði av makrel og sild, eigur Henning Kjeldsen, sum eigur 18,8 prosent av makrelkvotuni og 20,44 prosent av sildakvotuni.