Óli Mortensen megnaði á fyrsta degi av NM/NJM 2017 í Reykjavík at vinna sær norðurlendskt gullheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing, tá ið tann kappingin varð avgreidd í Laugardalslaug í Reykjavík.
Tað skrivar svimjing.com:
Hetta í stórum stíli við nýggjum persónligum meti á 15:02.27, framman fyri danska Alexander Aslak Nørgaard á 15:10.34 og svenska Mattias Glenesk á 15:27.35.
Svimjing.com skrivar, at Óli og Alexander eisini høvdu eina øgiliga holmgongu á hesum teini á DM á stuttgeil herfyri, har Alexander endaði við at draga longra stráið í endaspurtinum. Men nú á NM var eingin endurtøka av hesum, við tað at Óli longu frá 200 dró væl frá hinum.
Sí úrslitalistan her.
www.swimrankings.net/services/CalendarFile/20014/live/ResultList_12.pdf
Besta tíð hjá Óla var 15:10.09 áðrenn hetta, frá HM á stuttgeil í Doha í 2014.