Óli í álopinum

(Samrøða) 41 ára gamli Óli Johannesen spældi í gjár sum áleypari móti AB

Vit kenna hann sum miðverjan, sum í áravís var ein klettur á føroyska landsliðnum. Yrkisleiðin fevnur um yrkisfótbólt í Danmark, met í landsdystum fyri Føroyar og eitt FM heiti fyri B36.

 

Les eisini: Clayton seksfaldur málskjútti

 

Flestu minuttirnar hevur hann tó spælt fyri aldursforsetan í føroyskum fótbólti, TB. Í gjár spældi TB móti AB í kappingini um Løgmanssteypið. Hóast TB ikki er í bestu deildini, sum stóðu teir lítið aftanfyri Effo-liðið á Argjum.

 

Tá spardi TB eisini nakrar spælarar, tí teir hava týdningarmiklan dyst móti FC Suðuroy mitt í viku. Ein av broytingunum var, at Óli Johannesen byrjaði inni sum áleypari í dystinum. AB vann dystin eftir brotssparkskapping.

 

- Tað er ikki so nógvir áleyparar í felagnum. Vit hava týdningarmikan dystin mikudagin móti FC Suðuroy. Vit blanda tí kortini eitt sindur, og so skuldi eg inn í álopið. Tað var ótrúliga stuttlig at sleppa at royna, sigur Óli Johannesen, sum onkuntíð hevur roynt seg í leiklutinum fyrr.

 

Hóast TB tapti so tepurt, so var lagið ikki ringt í TB hópinum eftur dystin.

 

- Tá tú tapur upp á rætta mátan, so er tað ikki meir tú kanst gera. Eg eri vónbrotin, men glaður fyri innsatsin, sigur Óli Johannesen.

 

Óli verður í næstum 42 ár. Av Tvøroyri verður verður víst á, at ongin av útispælarunum á liðnum í gjár var føddur, tá Óli Johannesen í 1988 spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini.