Talan er um rúgvusmikla tilfarið, sum Óli Jacobsen hevur skrivað í greinarøðini »Hendur ið sleptu« í Sosialinum, har hann í nøkur ár skrivaði søguna um allar teir 300 gravsteinarnar í gamla kirkjugarði við umleið 500 nøvnum.
Her er talan um søguna hjá nógvum ættum í Havn, bæði kendum og minni kendum.
Hesar søgur røkka eisini langt út í heim, heilt til New Zealand og Congo, fyri at nevna tað, sum er longst burtur.
Her er talan um eitt stórt savn av persónssøgu, eisini hjá fólki úti um landið.
##med2##
Tað slepst inn á hesa skipan við at skanna kotuna, sum er sett upp á bæði portrini inn til kirkjugarðin. So kemur tú inn á síðuna við gravunum í kirkjugarðinum. Har ber so til at klikkja og allar gravirnar, sum eru merktar á kortinum. Og við at klikkja á eina ávísa grøv, so fært tú fram greinina, sum hevur staðið í Sosialinum, sum Óli Jacobsen hevur skrivað í teignum »Hendur ið sleptu«.
##med3##
##med4##
Vit taka eitt dømi, og klikkja á eina grøv, sum í hesum føri er grøv nummar 487, har Heine Heinesen, bróðir William Heinesen, er grivin. So sæst eitt leinki, »Les grein um jarðaða«.
##med5##
Við at trýsta á hetta bláa leinkið kemur greinin úr Sosialinum fram.
##med6##
Greinin um Heina Heinesen úr Sosialinum kann lesast her
















