Óli gjørdist toppskjútti í greiðum sigri hjá Sävehof

Sävehof vann áttamálssigur á Guif í Partille

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof tóku í dag móti Eskilstuna Guif í heimadysti í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Sävehof vann dystin sannførandi 35-27. Í steðginum var Sävehof á odda 20-15. 

 

Sigurin merkir, at Sävehof er oddalið í deildini við 14 stigum, sama stigatali sum Hammarby. Sävehof hevur tó betri málmun enn Hammarby, og er tí fremst.

 

Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við seks málum. Harumframt legði Óli upp til tvey mál (assists). 

 

Týskvøldið klokkan 19.45 skal Sävehof spæla heimadyst í EHF European League. Dysturin verður móti Wintherthur úr Sveis.