Óli gjørdist aftur toppskjútti hjá Sävehof

Sävehof fekk ein javnleik á útivølli, ið gagnaðist liðnum hjá Pæturi Mikkjalssyni og Róa Ellefsen á Skipagøtu væl

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof, ið longu hevur vunnið grundspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini spældu í kvøld dyst á útivølli móti Aranäs, ið liggur aftast í deildini.

 

Tað sást ikki á úrslitinum, at 29 stig eru á muni millum liðini á stigatalvuni, tí dysturin endaði við málríkum javnleiki 37-37. Í steðginum var Aranäs á odda 17-16.

 

Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við níggju málum. Harumframt legði Óli upp til trý mál. 

 

Sävehof er langt fremst í deildini við 39 stigum. 

 

Javnleikurin hjá Sävehof gagnaðist liðnum hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu og Pæturi Mikkjalssyni, Hallby.

 

Aranäs á aftasta plássinum hevur 10 stig, og kann í mesta lagi fáa 16 stig. Hallby hevur 17 stig, og tí sleppur Hallby undan aftasta plássinum, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.