Fríggjadagin vitjaðu Justinus Eidesgaard, Ingolf S. Olsen og Sissal Kristiansen í Rás2, og har var millum annað kjakast um sendingarnar hjá Óla Breckman.
Tey vístu millum annað á, at tað er í lagið, at Óli Breckman er litaður og fyrrverandi politikari, men hann noyðist at taka journalisthandverkið framum politisku meiningarnar.
Í farnu viku varð Rás2 kært til fjølmiðlakærunevndina fyri eina sending, sum Óli Breckman hevur havt um miðlar. Tað er Kringvarpið, sum hevur kært.
Fríggjadagin kjakaðust Justunus, Sissal og Ingolf um hesa sendingarnar, um nýggjastu undirsíðuna hjá in.fo, Blits og um tað er í lagið, at miðlar nýta tilfar frá Facebook.
Hoyr kjakið við at trýsta á pílin undir myndini.