Óli eigur juniormetið í 1500m frí

Óli Mortensen tók fyri løtu síðani heili 9 sekund av føroyska juniormetinum í 1500 metra frísvimjing

Óli Mortensen tók fyri løtu síðani eitt gott petti av føroyska juniormetinum í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Danish Open svam teinin uppá 15:59.02. Hann átti sjálvur juniormetið á 16:08.20, sum hann setti á íslendsku meistarastevnuna í 2013. Óli var sera fegin um at hava svomið seg undir 16 minuttir. Tíðin hjá Óla var hin næstbesta í morgun, og røkkur so væl til eitt 10. pláss í kappingini, tá ið hinir 8 skjótaru íroknað Pál Joensen hava svomið skjótasta riðil seinnapartin. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag

Kelda: svimjing.com