Óli Breckmann eigur avgerðina

Tað verður føroyski fólkatingsmaðurin, Óli Breckmann, sum í dag hevur avgerandi atkvøðuna, tá Fólkatingið fer at kjósa sær formannin fyri hetta valskeiðið

Óli Breckmann roynir at halda spenninginum uppi til tað síðsta - og vil ikki siga, hvussu hansara atkvøða fer at fella.

Men eygleiðarar halda ikki, at Óli Breckmann fer at medvirka til, at ein javnaðarpolitikari verður formaður, tá hann kann forða hesum.

Hann hevur altíð kunngjørt sína missión, sum er at halda vinstrasinnaðum politikarum frá valdi. Hinvegin kann vongurin hjá Poul Nyrup Rasmussen kortini halda vónini uppi, tí Óli Breckmann hevur fleiri ferðir valt javnaðarmenn til løgmenn og landsstýrismenn í Føroyum.

Um hetta bert er roynd at vinna fjølmiðlanna tekki, ella ikki, sæst sjón fyri søgn í dag?