Álopslegendan úr Klaksvík vandi í fjør 2. deildarliðið og unglingarnar hjá EB/Streymi, og hann heldur fram í hesum starvi í ár. Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi
EB/Streymur endaði triðfremst í 2. Deild í fjør, men eftir samanleggingina hjá GÍ og LÍF, hevur EB/Streymur vunnið sær uppflyting til næstbestu deildina í ár.
- Samstundis sum avbjóðingin er stór, so verður 2008 eisini eitt søguligt ár, líkamikið hvørji úrslitini verða, tí hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at EB/Streymur hevur lið í teimum báðu fremstu mansdeildunum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.