Olgar Hansen 65 ár

Í morgin fyllir Olgar Hansen í Klaksvík, Olgar hjá Ludda í Gøtu, 65 ár.

Olgar er føddur í Søldafirði, sonur Onnulenu Hansen, fødd Johannesen úr Søldafirði, og Petur Ludvig Hansen úr Norðragøtu. Luddi og Annalena fluttu til Klaksvíkar í 1949 og búsettust í Vági.

Í 1966 giftist Olgar við Onnu Kathrinu Jacobsen á Fløttinum í Klaksvík, rópt Liden, og tey eiga 3 børn, Marian, Samly og Hans Olgar. Abbabørnini eru 3 í tali, Annika, Tróndur og Olgar.

Kann minnast, sum 6 ára gamal, tá tey giftust. Tað var valár, og uppi á fjallinum stóð við ljósbókstavum, sum blunkaðu, "Velji Tjóveldið". Seinni frættist, at tað var ljós frá einum privathúsi. Hjúnini vóru ósamd, konan sløkti og maðurin tendraði.

Olgar sigldi við Karinu á hemaraveiðu í New Foundlandi 1966.
Einaferð, teir høvdu sett línuna, kom eitt stórt ferðamanna skip, sum hevði kós beint gjøgnum línuna. Tá legði Karina fyri, og so var kalla á skipið, sum svaraði aftur á føroyskum. Tá var tað svágur Olgar, Árni Petersen, sum tá sigldi við Norska ferðamannaskipinum "Bergensfjord".

Olgar sigldi hjá Føroya Bjór frá 1967 til 1987. Kann minnast, at tað var óføra stuttligt at koma til Klaksvíkar at ferðast hjá mammubeiggja og Liden. Tá slapp eg við Olgar til arbeiðis, sum var at koyra øl og sodavatn frá bryggjarínum til bátin, "Ósa", og seinni, "Viðoy". Síðani var farið við bátinum til Suðuroyar, Sandoyar ella Havnar. Tá kundi man drekka so nógvar sodavatn, sum man orkaði. Og so at síggja allar dreingirnir, sum vóru á bryggjuni tá vit komu, fyri hjálpa til at fáa tómar fløskur umborð og fullar fløskur í land. Lønin var sodavatn - tað vóru dagar.
Olgar hevur siglt hjá Strandferðsluni síðan 1987, og tað kemur hann ivaleyst at gera til undirsjóartunnilin verður tikin í nýtslu, um heilsan verður.
Ein góðan dag vil eg ynskja tær og Harrans signing framyvir.

Brandur