2. deild
Í kappingini hjá teimum næstbestu hevur KÍ í ár staðið seg nakað væl betri, enn teir so oftani áður hava gjørt. Liðið er í løtuni á fimta plássið, og tað sum betri er, er at tað í løtuni eru heili niggju stig niður til sessirnar, sum innibera vanda fyri niðurflyting.
Leygardagin var KÍ í Leirvík, og tað var vorðið sum dagur hjá veteraninum á liðnum, Olgari Danielsen. Ikki færri enn fýra ferðir sendi hann bóltin í LÍF málið, og var hann sostatt meira enn nakar maðurin, sum sendi stigini við Dúgvuni yvir um aftur Leirksfjør. Hjá klaksvíkingum skeyt Terji Poulsen fimta málið, meðan Tomek, Kaj Eli Olsen og Petur Sjúrðarberg skoraðu málini fyri heimaliðið.
Kom sigurin væl við hjá KÍ, so kom hann tilsvarandi illa við hjá LÍF. Við sigrinum hjá B36 eru leirvíkingar nú bert eitt pláss framman fyri sandoyingar, so í løtuni líkist tað einum dysti fyri at sleppa úr niðurflytingarvandanum, tá B71 kemur á vitjan seinast í mánaðinum, og tað mundu tað ikki vera so nógv, sum roknaðu við, tá farið varð undir landskappingina.