Olga var úr Sørvági, dóttir Napoleon (Pola) Nolsøe Petersen og Onnu Sofíu Petersen, fødd Dalsgaard, ættað av Velbastað. Foreldrini vóru bæði lærarafólk.
Tey vóru 3 systkin. Kári var løgfrøðingur, búsitandi í Havn. Hann var giftur við Maritu. Tey eru bæði deyð. Sigrid er útbúgvin húsarhaldslærari og hevur havt ymisk lærarastørv og umsitingarlig størv. Hon býr í Hoyvík og er gift við Símun Dalsgaard.
Eftir at hava tikið realprógv kom Olga til Havnar í 1965 og fekk starv sum lærlingur á Fútaskrivstovuni. Seinni hevði hon onnur skrivstovustørv, longst á landsskrivstovuni, har hon var frá 1973 til 1995. Aftaná tað arbeiddi hon á skrivstovuni hjá bróður sínum. Hon var í Danmark í eitt ár, og har arbeiddi hon á barnagarði.
Olga sang í nógv ár í Havnarkórinum (Útvarpskórinum), har hon við síni vøkru altrødd var ein dyggur stuðul í kórinum.
Í 1979 giftust Olga og Johnny, sum er úr Havn, og tey búsettust við Villingadalsvegin.
Tey fingu 3 synir: Høgni, føddur í 1985, Bjørn, føddur í 1986, og Rógvi, føddur í 1991.