Olga Kristina aftur til Íslands

21 ára gamla argjakvinnan, Olga Kristina Hansen, heldur fram í íslendskum fótbólti komandi kappingarár.

 

Hon heldur fram í reykjavíkarfelagnum, KR, sum eitt skifti í fjør lánti hana út til Álftanes, har hon skjeyt eitt mál í átta landskappingar- og steypadystum.

 

Olga Kristina Hansen hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í AB, men hevur eisini spælt trý kappingarár við KÍ, og í føroysku kappingini hevur hon skotið 73 mál í 121 dystum.

 

Á kvinnulandsliðnum hevur hon spælt 24 A-landsdystir og skotið fimm mál, umframt at hon hevur spælt níggju U19-landsdystir og skotið eitt mál.

 

Tá hon spældi við KÍ, spældi hon við í níggju Europa Cup-dystum og skoraði eitt mál.