Tað verður Olga Biskopstø í Klaksvík, sum skal samskipa útjaðaraverkætlanina hjá landsstýrinum.
Hetta boðaði løgmansskrivstovan frá fríggjadagin.
Verkætlanin kom í lag eftir ein fund um støðuna hjá útjaðaranum, sum varð hildin í Fugloy í fjør. Anfinn Kallsberg, løgmaður, avgjørdi tá, at ein bólkur skuldi arbeiða við málinum at menna útjaðaran.
Ein nevnd, sum verður mannað við umboðum fyri útoyggjarnar og Løgmansskrivstovuna, skal orða ein útoyggjapolitikk. Nevndin skal gera ítøkilig menningarhugskot, sum skulu tryggja virksemi og trivna á útoyggjunum.
Ein samskipari skal standa fyri arbeiðnum, og tað verður Olga Biskopstø, sum er útbúgvin cand. com. ? tað er ein universitetsútbúgving í samfelagsfrøði og samskifti.
Hon skal orða ein arbeiðssetning til nevndina at arbeiða eftir.
Bara mannfólk
Enn eru limirnir í nevndini ikki valdir. Løgmaður segði í gjár við Dagblaðið, at allar kommunurnar høvdu innstillað mannfólk, og tað vildi javnstøðunevndin ikki góðtaka. Tí hava kommunurnar nú fingið boð um at innstilla eitt mannfólk og eitt konufólk. Tá hetta er gjørt, kann nevndin setast.
Ætlanin er eisini at seta ein verkætlanarbólk undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, sum skal arbeiða við økismenning á teimum størru plássunum kring landið.
Fyri at tryggja samanhang millum hesar verkætlanir verður skipað samband millum nevndirnar.