Olevinus Sørensen 50 ár til skips

Vit hava átt og eiga nógvar fiskimenn. Men tað er bert ein lítil partur av teimum, sum eru eitt heilt arbeiðslív á sjónum.

Men teir eru kortini nakrir, og teir, sum náða hetta, hava eisini uppiborðið eitt herðaklapp.

Ein av hesum er Olevinus Sørensen av Viðareiði, sum júst ólavsøkudag rakk tey 50 árini á sjónum. Hetta er eitt longri arbeiðslív enn tey ungu í dag kunnu náa við allari ta skúlagongd, tey hava.

 

 

Sigast kann, at Olevinus fram um alt er trolaramaður. Ólavsøkudag 1959 fór hann 14 ára gamal við Jóannes Patursson, sum tá var roknaður sum ein framkomin trolari. Her var hann við til “Bóndin”, sum hann var kallaður, bleiv lagdur í 1964.

Hann fór so við gamla Sundaberg í 1965 til Sjúrðarberg, fyrsti hekkutrolarin hjá Kjølbro, kom. Olevinus fór við nýggja Sundaberg í 1974.

Nú er tað, at Olevinus fer í rækjuvinnina, har hann nú hevur verið í 30 ár bæði í mótgongd og viðgongd. Fyrst við Karinu og síðan við Betty Belindu. Hann byrjaði sum yvirmaður í 1966.

Hann var nakrar túrir við Ocean Castle, og fór so umborð á Arctic Viking í 1992, og her hevur hann verið síðani. Her umborð helt hann hendan dagin yviri á Flemish Cap.

Bjarni Petersen, skipari á Arctic Viking, sigur um Olevinus, at hann var og er av allar raskastu monnum og sparir ikki seg sjálvan heldur ikki nú á “gamalsaldrinum.” Hann er altíð fyrstur har á stendur. Tað er hann, um tað so er at vera hálvur uttanborða á lemminum, tá ið okkurt er slitnað ella at vera undir

trolspælinum, um okkurt er fløkt har.

 

Hann kennir hvønn einasta plink á botni um tað so er á havleiðunum í

Barentshavinum/Svalbard - Grønlandi ella Canada.

Bjarni er vísur í, at um man hevði lorað Olevinus á botn onkunstaðni á alt millum 100 og 300 favnar dýpi, so gekk ikki lang tíð til hann hevði

kunnað sagt júst á hvørjum kanti ella holu, hann var staddur. Hann kennir

allar kantar, nes og holir allastaðni, har fiskandi er á norðurhøvum. Olevinus veit

í høvdinum júst hvørja positión hann fekk tað ella tað hálið í nítjanhundrað

og grønkál.

Hann kennir eisini alt til fugl og fisk, sum vert er at vita, bæði á landi og sjógvi.

Olevinus er giftur við Olevinu, sum eisini er av Viðareiði. Tey eiga seks børn, fýra synir og tvær døtur. Allir synirnir eru sjómenn. Teir eru Hanus, Óli, Eyðstein og Rúni. Allir eru teir navigatørar og av raskastu monnum.

Eystein og Rúni eiga Fiskimúla, sum nú royndarfiskar í Angmassalik økinum eftir svartkalva í samstarvi við Hanus Hansen.

Óli eigur “Olevinu,” sum er trolbátur á landleiðini. Hann drívur i løtuni saman við beigganum Hanus bátin Birting hjá Kjartan Joensen í Lorvík.

Døturnar eru báðar giftar sjómonnum. Randi er gift við Júst Poulsen, Jutt, ættaður úr Fugloy, og Sólrun er gift vid Egin Fríða Ørvarodd av Sandi. Tað er tískil ikki ringt at gita, hvar prátað verður um, tá familjan er saman!

Kenni sjálvur Olevinus frá tíðini í fiskimnannafelagnum. Kann bert vátta, at hann er skilamaður. Hann er støðufastur og letur seg ikki reka við vindinum. Tað eigur hann eisini at fáa viðurkenning fyri.

 

ó.