Olevina er fit for fight

91 ára gamla, Olevina Joensen, er væl fyri og hevur í dag syrgt fyri, at nógv fólk, sum hava vitjað inni á gólvinum á Bátatúgvuni í Nólsoy, hava fingið ein bita.

Ein av døtrunum hjá Olevinu, Julia, fylti 50 ár nú um dagarnar, og hon helt føðingardag í gjár.

Nú Portalurin var inni á gólvinum hjá Olevinu í kvøld, var kaka og annað gott á borðinum, og Vina var sjálv í góðum hýri.

- Eg haldi, at ovastevna skuldi verið annað hvørt ár - og ikki hvørt ár. Ikki tí, at brúk ikki er fyri stevnuni hvørt ár, men eg haldi, at tað er ov nógv stríð hjá fyriskiparum at skipa fyri strevnu hvørt ár, sigur hon.

Olevina Joensen er mamma Ova Joensen, sum í 1986 róði langa teinin úr Nólsoy til Keypmannahavnar í tilsamans 41 samdøgur.

Hon er sera væl fyri til høga aldurin, og eingin ivi er um, at Olevina Joensen er púra klár. Hon er røsk og tekur sær væl av húsinum, eins og hon hevur gjørt, síðan hon saman við manni sínum, Vilhjálmi Joensen, sála, setti búgv á Bátatúgvuni fyri nógvum árum síðan.