Fríggjadagin, 27. september, var móttøka á Hotel Hafnia í samband við, at klassafelagið, Bureau Veritas í Føroyum, sum hevur heimstað á Strondum, skiftir leiðara.
Leiðarin seinastu tríati árini, 69 ára gamli, Ole Lauritsen, leggur frá sær, og í hansara stað kemur, Tummas Eli Høj Joensen, sum er giftur og býr á Strondum.
Skrivstovan hjá Bureau Veritas hevur øll árini verið í húsunum hjá Ole, og nú nýggjur leiðari er settur, flytir skrivstovan um ein mánaða ella so í hølir, sum Tummas Eli ger til reiðar í sínum húsum.
Ole er føddur og uppvaksin í Danmark, men giftist Gynnu av Strondum. Tey fluttu heim til Føroya at búgva í 1967.
6-7 feløg
Ole sigur, at klassafelagið, Bureau Veritas, er eitt privat felag, sum tekur sær av at klassa skip. Felagið, sum er tað elsta av sínum slagi, er stovnað í 1828 og klassaði fyrsta føroyska skipið 9. september í 1863.
Bureau Veritas er eitt altjóða felag, sum hevur høvuðsskrivstovu í París, men hevur fleiri enn 500 skrivstovur kring um í heiminum.
Í Føroyum virka eini 6-7 ymisk klassafeløg, og felags fyri hesi er, at tey skulu góðkennast av myndugleikunum.
At enda kunnu vit upplýsa, at fartelefonin hjá nýggja leiðaranum, Tummas Eli Høj Joensen, er 221753.









