Kendi danski tíðindamaðurin Ole Stephensen doyði í kvøld í heimi sínum í Gentofte, uttan at sjúkutekin hava verið frammanundan, skrivar Ritzau.
Fyrr í kvøld, um 18:30 tíðina danska tíð, fall hann í óvit, og hóast bjargingarfólk bóru skjótt at, eydnaðist ikki at fáa lív í hann aftur. Ole Stephensen gjørdist 63 ár, og eftir hann sita kona og tvær døtur á 19 og 21 ár.
Umframt at vera tíðinda- og miðlamaður, var hann eisini kommunalpolitikari í Gentofte Kommunu.
Ole Stephensen var útbúgvin tíðindamaður, men var eisini kendur fyri síni evni innan film, og byrjaði hetta í 1985 við leiklutinum sum Walter í teimum trimum Walter & Carlo filmunum, har hann leikti saman við Jarl Friis-Mikkelsen.
Kendur gjørdist hann eisini sum vertur í sendingini Elva2ren á TV2, og eisini sum vertur á Go´Morgen Danmark á somu rás. Ole Stephensen hevði eisini egið framleiðslufelag.










