Randi í Jógvanstovu
Viðmerking til grein í Dimmalætting 05.10.04
Júvíst, Óli Breckmann, situr tú framvegis á »knodlinum« og trallar.
Trallar um, at skattalætti vil gera føroyska samfelagið til eitt betri samfelag fyri tey, sum dugnalig eru. Tí sambært tær eru tey, ið vísa á eitt vælferðarsamfelag við góðum pensiónum og plássi á ellis- og røktarheimum, bara við til at styggja fólk burtur hiðani.
Óli, góði, tú fert so dyggiliga skeivur.
At Føroyar eru lítlar og fjarskotnar, er eingin umbering fyri at forsøma fólkið. Tann skattur, vit rinda, eigur m.a. at fara til eitt gott heilsuverk, rímiligar pensiónir til øll, eitt trygt og tíðarhóskandi skúlaverk, góð ellisheim o.s.fr. Hesi tingini eiga at vera eitt tilboð til allar borgarar í landinum.
Tað lágskattasamfelag, Óli tosar um, vil á vælferðarøkinum bumba Føroyar aftur í 20?ini, tá ið bara tey vælbjargaðu vóru ment at klára seg. Hann hevur púra gloymt, ella eisini veit hann tað bara ikki, at tað eru ikki øll, sum forvinna tær upphæddir, hann fær á hvørjum ári. Nógv fólk í fiskivinnuni forvinna langt undir 200.000 um árið. Har er ikki nógv eftir at leggja til síðis til pensión, gjalda fyri læknahjálp, gjalda fyri pláss á ellisheimi, tá tann tíð kemur, gjalda fyri skúlagongd o.s.fr.
Føroyingur, búsettur júst á oynni Man, úttalaði seg fyri kortum til SVF: "Hetta er ikki eitt samfelag fyri tey, sum ikki klára seg sjálvi.
Tey, sum Óli kallar dugnalig, hava ikki brúk fyri vælferðarsamfelagnum ella tí, sum liggur í hesum hugtakinum. Tey kunnu nevniliga betala seg frá tí. Tað hava øll hini, og vit eru nógv í tali. So veitst tú tað.
Ikki so, eg skilji væl tína tankagongd. Tað er ivaleyst hart hjá tær at skula lata meir í skatti, enn tú heldur vera rímiligt. Hinvegin ivist eg ikki í, at tú forvinnur nóg mikið til "dagen og vejen" og væl tað, so tað er mín sannføring, at tað er ikki meir enn rætt og rímiligt, at tú gevur títt til vælferðarsamfelagið.
Eitt samfelag, har øll, ið eru ment, og sleppa at arbeiða, geva sítt ískoyti til frama fyri heildina, eigur at vera hægsta mál og ynski okkara.
Kærleiki og umsorgan eru lyklaorðini fyri eitt væl virkandi samfelag.
Kann henda, at tað "svíður sum svøllur", Óli Breckmann, men, "Pyt." Tak tað sum ein maður og gev títt íkast til føroyska vælferðarsamfelagið, tú hevur ráð, og eingin flísin fer av tær fyri tað. Smá í tí stóra høpinum og fjarskotin, Ja! tað eru vit, men vit eiga at vera ein tjóð við umsorgan fyri øllum.