Danski vakurleikaserfrøðingurin Ole Hendriksen hevur selt sítt felag í Los Angeles til eitt av størsti nøvnunum innan vakurleika. Nevniliga Dior.
Hetta skrivar bt.dk í dag
Ole Hendriksen vil ikki siga júst hvat hann hevur selt sína fyritøku fyri, men hann sigur soleiðis við bt.dk.
-Ein selur ikki fyri at líva fátækur, sigur ein skemtandi Ole Henriksen við bt.dk.
Vakurleikavørurnar hjá Ole Henriksen hava í mong ár verið ógvuliga væl umtókt. Nógvar av størstu stjørnunum í Amerika eru sæddar við vørum frá Ole Henriksen, og Ole Henriksen hevur sjálvur mangan greitt frá sínum kundalista, har nøvn sum Charlize Theron, Jennifer Lopez og Ricky Martin eru á.
Vørurnar hjá Ole Henriksen liggja í dýrara endanum. Fleiri av vørum hansara eru rættiliga dýrar, men Ole Henriksen hevur eisini vørur, sum ?vanlig fólk? kunnu ogna sær. Hann hevur mangan sagt, at hansara vørur ikki bert skulu verða ein luksusvøra fyri tey ríku, men ein luksusvøra, sum tey fátøku eisini kunnu ogna sær.