Ole Gunnar vil ikki selja Pogba

Undan 18. umfari í Premier League, sum byrjar í morgin, hevur Ole Gunnar Solskjær avsannað at Manchester United ætlar at selja Paul Pogba. Franski heimsmeistarin, sum eina ferð var heimsins dýrasti spælari, hevur ikki spælt nógv í hesum kappingarárinum vegna skaða.

- Hann verður ikki seldur í januar. Hann venur í løtuni, men hevur ikki vant leingi við hópinum, men nú venur hann og tað er eitt framstig. Hann er ein framúr spælari við persónligheit og gleðast um at hann er her, sigur Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United.

Manchester United skal í morgin spæla móti Watford.