Bretskir miðlar skriva í dag, at Ole Gunnar Solskjær ætlar at rudda út í Manchester United, eftir at hann fekk starvið sum venjari hjá Manchester United. Millum spælararnir, ið fáa durafjórðingin eru Antonio Valencia, Matteo Darmian, Juan Mata, Alexis Sanchez og ein av Marcos Rojo og Eric Bailly.
Eisini ungir spælarar sum Timothy Fosu-Mensah og Axel Tuanzebe eru á veg úr felagnum. Hartil vil felagið ikki boyggja seg í samráðingunum við Ander Herrera, sum er ávegis til Paris Saint-Germain. Sáttmálin gongur út í summar.
Manchester United ynskir tó at halda fast í spanska málverjanum, David De Gea. Hann hevur fyrr verið eitt fax frá at skifta til Real Madrid. Nú eitur tað, at hann er ávegis til Paris Saint-Geramin. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum.
Her eru avloysarnir
Bløð sum The Time og Dailymail skriva eisini, at tað verður eisini tilgongd í summar. Ovast á listanum eru spælarar sum Aaron Wan-Bissaka (Crystal Palace), Saul Niguel, Rodri og Thomas Partey (allir úr Atletico Madrid), Ivan Rakitic (FC Barcelona) og nýggi enski landsliðsspælarin Declan Rice (West Ham).
Manchester United hevur eisini verið sett í samband við enska stjørnuskotið, Jadon Sancho, sum spælir við Borussia Dortmund, og Philippe Coutinho í FC Barcelona.
Ole Gunnar Solskjær tók við eftir José Mourinho sum fyribilsvenjari í desember, men hevur nú fingið starvið fullatíð.