Manchester United vann í dag 1-0 Leicester City í Premier League. Enn eina ferð er tað ungi Marcus Rashford, sum skjeyt Ole Gunnar Solskjær og hansara menn til sigurs.
Manchester United mátti annars stríðast fyri at fáa javnleik á heimavølli móti Burnley í vikuni. Eftir átta sigrar var Ole Gunnar Solskjær um reppið at tapa, eftir at Burnley kom á odda 2-0. Tað endaði 2-2 og við sigrinum í dag, hevur norski venjari vunnið níggju av tíggju teimum fyrstu dystunum sum venjari hjá Manchester United.
Avgerandi málið kom longu aftaná tíggju minuttir, tá Paul Pogba fekk fatur á bóltinum, meðan Leicester royndi at byggja upp á egnari hálvu. Hann sendi unga Marcus Rashford avstað, sum kvittaði við at skora.
Við sigrinum leggur Manchester United trýst á Chelsea, sum er á fjórða plássi.
Premier League 25. umfar:
Tottenham Hotspur 1 – 0 Newcastle United
Brighton & Hove Albion 0 – 0 Watford
Burnley 1 – 1 Southampton
Chelsea 5 – 0 Huddersfield Town
Crystal Palace 2 – 0 Fulham
Everton 1 – 3 Wolverhampton Wanderers
Cardiff City 2 – 0 AFC Bournemouth
Í dag:
Leicester City - Manchester United 0-1
Manchester City – Arsenal (16.00)
Mánakvøldið:
West Ham United – Liverpool (20.00)