Ole Andersen vil halda fram í Føroyum

Ole Andersen, sum fekk sekkin í VB/Sumba, vil gjarna halda fram sum venjari í Føroyum, og hann greiðir nú frá umstøðunum, hann hevði at arbeiða undir í Vági

Í morgun sendi Ole Andersen eitt tíðindaskriv út, har hann greiðir frá umstøðunum, tá ið hann misti starvið sum venjari hjá VB/Sumba fyrr í ár.
Ole sigur, at hann fór miðvíst til verka, og hann hevði fingið lovað góðar umstøður frá leiðsluni í VB/Sumba.
- Eg hevði fingið ta fatan, at umstøðurnar vóru professionellar, og at møguleikar vóru at vinna pláss í europeiskum fótbólti næsta ár. Eg hevði fingið lovað hjálparvenjarar, liðleiðarar og fysioterapeut, men soleiðis var ikki, sigur Ole Andersen.
- Dysturin ímóti B36 í Havn tann 11. juni vísti hinvegin, hvussu umstøðurnar hjá mær vóru, tí á liðnum vóru fýra spælarar, sum eingin kendi nakað til, og eg var venjari, hjálparvenjari, liðleiðari og fysioterapeutur.
Ole Andersen heldur, at spælararnir gjørdu ein stóran innsats, hóast uppmøtingin til venjing ikki altíð tann besta, og hann takkar spælararunum fyri samstarvið.
Danski venjarin hevði ætlað sær at hildið fram sum venjari í Føroyum í nøkur ár, og tað er hann framvegis hugaður fyri.
- Eg vóni, at tað er okkurt annað felag, sum er áhugað í einum seriøsum samstarvi við ein venjara við altjóða royndum og eini nútímans fótbóltsfilosofi, sigur hann.