Olduromma saman við mammubeiggja

Í gjár helt Janus Petersen, Janus í Bindibókini, 80 ára føðingardag í Bygdarhúsinum í Kollafirði, sum greitt varð frá í blaðnum mikudagin.

Tað var nógv fólk komið at heilsa Janusi. Tann elsti gesturin mundi helst vera tann 92 ára gamli Díðrik Joensen, sum er mammubeiggi Janus. Aðrir gestir vóru hansara systkin Silvurlýn, Arngrim, Dagmar og Frida. Tað eru tey fimm, sum eru eftir av 13 systkjum.

Dagmar var komin úr Íslandi, har hon hevur búð stóran part av lívinum. Hon var gift við Schumann Didriksen úr Havn, og tey hava havt skógvaforrætning í miðbýnum í Reykjavík í mong ár.

Vit fingu hesa myndina á føðingardegnum av Dagmar, Silvurlýn og Díðrik. Tað sum er forkunnugt við myndini er, at hon eisini vísir eina oldurommu saman við mammubeiggja sínum.

Silvurlýn, gift við Hassa Johannesen, er nevniliga olduromma at ikki færri en fimm børnum. Tað elsta er um skúlaaldur. Hetta merkir, at Díðrik er tipoldurommubeiggi til hesi børn. Ættin kann tískil vísa heili seks ættarlið á lívi. Tað kundi verið áhugavert at vita, um nakað annað dømi er um hetta í Føroyum.

Silvurlýn er 85 ár og elst av systkjunum. Dagmar er nummar seks, og hon er 79 ár. Tað er lætt at rokna út, at her er komið eitt barn á hvørjum ári. Hetta var nú ikki heilt óvanligt tá í tíðini. Men knotur hava verið í hesum gomlu, og hetta hevur eisini verið galdandi fyri mammuna Onnu Katrinu. Hóast alt baks, hon hevur havt, gjørdist hon 84 ára gomul.

Men at vera elst sum genta í einum slíkum systkinaflokki hevur eisini sett síni krøv, og hetta gjørdist uppgávan hjá Silvurlýn. Dreingirnir sluppu lættari. Silvurlýn tók sær so nógv av sínum yngri systkjum, at onkur kom at spyrja hana einaferð, um hon ikki var mamma teirra! Tað yngsta av teimum er eini 20 ár yngri enn hon. Hesa umsorgan fyri familjuni hevur Silvurlýn framvegis.


ó.