Olduromma roykir hasj

Indiska Fulla Nayak hevur júst fylt 120, og við bretska blaðið The Sun sigur hon, at hon hevur rokkið so høgum aldri, tí hon roykir hasj hvønn dag. Fulla býr í einari bygd úti við Indiska Havið saman við einari dóttur, sum er 92 og einari ommudóttur, sum er 72. Við The Sun sigur hon, at tað liggur ikki til ættina at liva so leingi, tí hennara forfedrar og næstringar vóru nógv yngri enn hon, tá tey doyðu. Umframt at roykja hasj hvønn dag festir hon sær javnan í eina sigar, og hon smæðist heldur ikki fyri at drekka sterkt vín, sigur hon.